Tíðindastovan Reuters veit í kvøld at siga, at Charles kongur aftur røkir sínar skyldur hesa vikuna, eftir at hann hósdagin endaði á sjúkrahúsi.
Orsøkin til, at hann endaði á sjúkrahúsi, vóru hjáárin av krabbameinsviðgerðini, sum hann fær.
Hin 76 ára gamli hevur verið í viðgerð fyri krabbamein, eftir at hann fyri góðum ári síðan fekk staðfest krabba, veit Reuters at siga.
Tað er ongantíð komið fram alment, hvat slag av krabba bretski kongurin hevur drigist við hetta seinasta árið.