Í Conference League syrgdi Djurgården fyri, at talan gjørdist um eitt ógvuliga gott norðurlendskt fótbóltskvøld, har bæði teir og Bodø/Glimt vunnu seg í hálvfinalurnar í ávikavist Europa League og Conference League.
Hóast tap 0-1 tap í Stokkhólmi megnaði Djurgården á útivølli í Wien at vinna 4-1 á Rapid aftaná longda leiktíð.
Rapid Wien-Djurgården 1-4 (1-2 - 1-1). Djurgården vinnur samanlagt 4-2.
0-1 Marcus Danielsson, br. ('42 )
1-1 sjálvmál ('45 )
1-2 Keita Kosugi ('77 )
1-3 Tobias Gulliksen ('93 )
1-4 Tobias Gulliksen ('105 )
Chelsea tapti á heimavølli heldur óvæntað 1-2 fyri pólska liðnum, Legia Warszawa. Men lukkutíð fyri Chelsea høvdu teir á útivølli vunnið 3-0, so talan gjørdist um ein samlaðan 4-2 sigur.
Chelsea-Legia Warszawa 1-2 (1-1). Chelsea vinnur samanlagt 4-2.
0-1 Tomas Pekhart, br. ('10 )
1-1 Marc Cucurella ('33 )
1-2 Steve Kapuadi ('53 )
Hanus Sørensen spældi við HB móti Hajduk Splidt, og tí sleppur hann ikki at spæla dystir við Celje í hesari kappingini. Celje megnaði á útivølli flottan 2-2 javnleik móti italska liðnum, Fiorentina. Men Fiorentina vann 2-1 á útivølli, og tí halda teir fram í kappingini. Betis vann seg eisini rímiliga greitt í hálvfinalurnar aftaná samlaðan sigur á Jagiellonia.
Fiorentina-Celje 2-2 (1-0). Fiorentina vinnur samanlagt 4-3
1-0 Rolando Mandragora ('37 )
1-1 Aljosa Matko ('54 )
1-2 Klemen Nemanic ('65 )
2-2 Moise Kean ('67 )
Jagiellonia-Betis 1-1 (0-0). Betis vinnur samanlagt 3-1.
0-1 Cedric Bakambu ('78 )
1-1 Darko Churlinov ('81 )
Hálvfinalurnar síggja soleiðis út: Chelsea-Djurgården og Betis-Fiorentina. Dystirnir vera spældir 1. og 8. mai.