Conference League: KÍ fær altjóða óroyndan dómara

Í annaðkvøld spælir KÍ niðri í Serbia

Hóskvøldið klokkan 19 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Dysturin verður leiktur á útivølli móti serbiska liðnum, FK Radnički 1923. Hóskvøldið 31. juli hittast liðini á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík.

 

Tað verður ein altjóða óroyndur dómari úr Ungarn, ið fer at leiða dystin millum Radnički og KÍ. 

 

Talan er um 33 ára gamla ungaran, Bence Csonka. Bence Csonka bleiv tilnevndur altjóða dómari í fjør. Hann hevur tó dømt í bestu ungarsku fótbóltsdeildini síðani 2019. 

 

FK RADNIČKI 1923 (SRB) - KÍ KLAKSVÍK (FRO)

 

Dómari: Bence Csonka HUN

 

Hjálpardómari 1: Balázs Szert HUN

 

Hjálpardómari 2: Norbert Bornemissza HUN

 

Fjórði dómari: Márton Rúsz HUN

 

UEFA dómaraeygleiðari: Christopher Lautier MLT

 

UEFA umboð: Aurel Mihail Ionescu ROU