So hevur føroyska kvinnulandsliðið í kurvabólti vunnið sín fyrsta sigur á kurvabólts-oyggjaleikunum í Ynis Mon.
Føroysku kvinnurnar vunnu stórsigur 55-22 á Norður-Wales. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 26-16.
Hetta var ein góð endurreisn aftaná 29-65 tapið fyri Ynys Mon ígjár.
Fríggjadagin klokkan 14 spæla Føroyar móti Oynni Man.
Maria Suma Poulsen var MVP - mest virðismikli leikarin í dag. Her eru hennara hagtøl frá dagsins dysti:
##med2##