EM: Sponsku heimsmeistararnir vunnu seg í EM-finaluna

Tað kravdi longda leiktíð áðrenn Spania megnaði at knógva Týsklandi

Mynd: Ritzau Scanpix

Tað verður ikki ein endurtøka av EM-finaluni seinast millum Ongland og Týskland. Tað verður ein finala millum Ongland og Spania á St. Jakob Park leikvøllinum í Basel komandi sunnudag klokkan 17.

 

Tað eydnaðist verandi heimsmeistarunum og favorittunum, Spania at vinna 1-0 á Týsklandi aftaná longda leiktíð. Spania hevði bóltin tveir triðingar av tíðini, og tær høvdu fleiri royndir á málið enn Týskland, men tað var ikki fyrrenn í 113. minutti, at tað bragdaði hjá Spania. 

 

Ballon D´or vinnarin, Aitana Bonmati syrgdi við einari góðari vending, og einum rimmar skoti fyri, at bólturin sat í týska netinum.

 

Sponsku kvinnurnar fáa nú høvið at gera tað mennirnir gjørdu í 2008 og 2010, nevnliga at vera bæði verandi heimsmeistarar og evropameistarar. 

 

Spania er favorittur í finaluni móti Onglandi, ið sæst á TV3. 

 

Týskland-Spania 0-1 (0-0 - 0-0)

0-1 Aitana Bonmati ('113 )

 

Mynd: Ritzau Scanpix