Gundadalur skal ikki málast við LGBT litum

Tað siga tríggir býráðslimir í Havn

Tað siga umboðini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í Tórshavanr býráð, sum hava sent miðlum soljóðandi skriv:

 

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin 

Undirritaðu blivu ikki sørt bilsnir, at Elsa Berg, borgarstjóri, uttan nakara heimild, málar Gundadal við ávísum litum sum symboliserar ávísa rørslu.

At mála almennan veg / parkeringspláss í Gundadali uttan at hettar er viðgjørt í teknisku nevnd ella í býráðnum vísir hvussu Elsa Berg – enn einaferð handlar í heimildarloysi og setur allar vanligur demokratisku reglar til viks, - fyri at  tekkjast ávísari rørslu og harvið háðar øll hini við sínum framferðarhátti. Hettar er langt úti og vilja vit taka frástøðu frá hesum. 

Gundadalur skal ikki symbolisera nakra ávísa rørslu av slíkum slag.  Gundadalur er til allan okkara ungdóm, sum dag og dagliga íðka ítrótt og við einum fríðum vilja og áræði brúka síni evnir á okkara góðu facilitetum í Gundadali. Sovorin symbol hoyra als ikki heima har og vit taka frástøðu frá Elsu Berg og hennara líkar fyri at seta allar demokratisku reglar til viks fyri ávísa rørslu.

Sjálvsagt virða vit at fólk eru ymisk og skulu virðast fyri tað. Men ymiskleikin skal ganga báðar vegir, Elsa Berg, og ikki bara tann eina vegin.  Vil tað nú siga, at øll onnur nú kunna gera tað sama – at mála almennar vegir og parkeringspláss fyri at markera seg um allan býin ? 

Tí taka vit als ikki undir við Elsu Berg, borgarstjóra í hesum.

 

Fyri Sambandsflokkin – Annfinn Brekkstein, býráðslimur

Fyri Fólkaflokkin – Høgni Vilhelmsen, býrðaðslimur og Birgir Nielsen, býráðslimur