Knut-Øyvind og John flyta saman sum par

– Eg eri sera spentur at koma til Føroya. Og eg havi ongantíð elskað nakran so høgt. Eg kenni, at tað eru vit báðir, sigur norðmaðurin Knut-Øyvind Hagen, sum í næstum flytur til Føroya saman við John Johannessen, journalisti í Kringvarpinum

Knut-Øyvind Hagen er úr Noreg. Hann er útbúgvin journalistur og starvast sum útvarpsvertur hjá norska kringvarpinum, NRK. Hann er eisini útbúgvin innan palllist og hevur fingist nógv við sjónleik og tónleik

 

Tann 1. september byrjar hann í starvi í Norðurlandahúsinum, sum samskipari og framleiðari innan mentan og palllistina – har tað vóru 90 umsøkjarar.

 

– Tað er eitt dreymastarv, sum eg havi fingið, og sum eg eri sera spentur uppá, sigur Knut-Øyvind Hagen.

 

Nú er John Johannessen ikki hvør sum helst í Føroyum. Hann er kendur sjónvarpsmaður, og eina fortíð sum politikari, bæði sum løgtingsmaður og sum landsstýrismaður.

 

John Johannessen hevur verið giftur og eigur trý børn, sum búgva heima hjá honum, men er síðani sprungin út sum samkyndur.

 

Frá tí at teir hittust fyrstu ferð umvegis Facebook hildu teir báðir sambandið – á Facebook, teir ringdu sínamillum á video, og tað endaði við, at teir hittust í Keypmannahavn eitt vikuskifti.

 

– Eg føldi, at tað gekk skjótt. Vit høvdu gott samband alt fyri eitt. Eg veit ikki, um eg kann siga, at vit gjørdust unnastar eftir eitt vikuskifti, men vit hildu báðir, at tað nokk fór at verða vit báðir, sigur hann.

 

Síðani hava teir ferðast fast til hvønn annan, og í september í fjør var Knut-Øyvind í Føroyum, har hann millum annað helt føðingardag saman við einum »integrationsarrangement«, har Knut-Øyvind kundi hitta vinir og familju hjá John.

 

Nú flytur Knut-Øyvind so til Føroya.

 

– John er í tí lívsstøðu, at hann hevur børn búgvandi hjá sær heima. So skuldi tað verða vit báðir, so mátti eg flyta – og tá eg nú fekk dreymastarvið í Norðurlandahúsinum, so satsi eg upp á tað og loypi út í tað, sigur hann.

 

Lesið samrøðuna við John Johannesen og Knut-Øyvind Hagen í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum verður borin haldarum í dag. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið við at logga á sos.fo við haldaranummarinum.