Osmund Johannesen við Ford A bili sínum frá 1930 Myndir: Álvur Haraldsen

Ellisakfarið í Sosialinum: Ford A frá 1930

Ásmund Johannesen í Hoyvík eigur ein 95 ára gamlan bil. Talan er um ein Ford A frá 1930

Osmund Johannesen við Ford A bili sínum frá 1930 Myndir: Álvur Haraldsen

Bilurin kom til Føroyar fyri meira enn 30 árum síðan. Tað var bilasølan Wenzel Petersen, sum innflutti bilin. Bilurin hevur havt fleiri eigarar síðan tá.

 

Fyri átta árum síðan keypti Ásmund bilin frá Hans Korsgaard í Havn. Ásmund sigur, at bilurin var í góðum standi, tá hann keypti hann. Hetta er ein við tveimum hurðum. Hann hevur 4-syl. motor við 40 hk.

 

Ásmund er útbúgvin bilmekanikari og kann gera umvælingar sjálvur. Hann hevur samband við ein dana, sum hevur allar eykalutir. Ásmund er limur í Føroya Ellisakførum og koyrir við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.

 

Ásmund sigur, at hann er uppvaksin við bilum. Pápin og pápabeiggin høvdu rutubilar og lastbilar í Miðstovuni í Trøðum á Sandi. Har høvdu teir eisini verkstað, har teir umvældu bilarnar.

 

Ásmund lat upp nýggjan bilverkstað á Sandi í 1972, har teir umvældu øll sløg av bilum, traktorum og gravimaskinum. Eisini arbeiddu teir umborð á skipum. Tá mest var at gera, høvdu teir 16 fólk í arbeiði. Í 1993 gavst Ásmund á verkstaðnum og Karl Vidtfelt tók yvir. Síðan hevur Ásmund búð í høvuðsstaðnum.

 

Meira kann lesast í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu leas á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

 

 

Osmund Johannesen við Ford A bili sínum frá 1930 Myndir: Álvur Haraldsen