Tíðindaskriv:
Nýggi stjórin á Pelagos eitur Bogi Petursson Nielsen. Bogi Petursson Nielsen hevur síðani 2015 verði stjóri hjá Faroe Ship.
Bogi hevur útbúgving sum can.merc.aud og hevur síðani 2007 starvast hjá Faroe Ship, fyrst sum fíggjarstjóri og síðani 2015 sum stjóri. Áðrenn hetta arbeiddi hann hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe og eitt tíðarskeið arbeiddi hann eisini hjá Effo.
Faroe Ship er partur av EIMSKIP samtakinum. Undir leiðslu hjá Boga, hevur Faroe Ship seinastu árini tikið stór átøk fyri at effektivisera og professionalisera Faroe Ship, soleiðis at fyritøkan framhaldandi er ein væl skipað, framkomin og effektiv organisatión og ein týdningarmikil eind í EIMSKIP samtakinum.
Bogi er 50 ár og býr í Tórshavn saman við Ebbu, og hava tey 4 døtur.
– Hóast Bogi ikki hevur nakrar beinleiðis royndir í fiskivinnuni, so meta vit, at Bogi við sínum leiðsluroyndum er tann rætti persónurin at leiða Pelagos frameftir. Pelagos hevur eitt dugnaligt og sterkt leiðslutoymi við nógvum royndum og saman við hesum gleða vit okkum at síggja Boga stjórna Pelagos víðari, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Pelagos
Bogi byrjar í starvinum sum stjóri í Pelagos, so skjótt hann er leysur úr starvinum sum stjóri í Faroe Ship.
Pelagos er framleiðsluvirki í Fuglafirði, sum framleiður uppisjóvarfisksløgini makrel, sild og lodnu. Felagið seldi í 2024 87 túsund tons av fiski fyri áleið 998 milliónir krónur. Virki hevur eina framleiðslu orku á 900 tons um dagin, og tað starvast umleið 75 fólk á virkinum. Umframt virki í Fuglafirði, eigur Pelagos eisini framleiðsluvirki í Kollafirði.