Vinningurin hjá Volkswagen samtakinum minkaði fyrra hálvár, millum annað orsakað av nýggjum amerikanskum tolli. (Arkivmynd). - Mynd: Volkswagen/Ritzau Scanpix

Amerikanski tollurin kostar Volkswagen milliardir

Roknskapurin vísir, at Volkswagen-samtakið longu merkir ávirkanina av nýggja amerikanska tollinum.

Vinningurin hjá Volkswagen samtakinum minkaði fyrra hálvár, millum annað orsakað av nýggjum amerikanskum tolli. (Arkivmynd). - Mynd: Volkswagen/Ritzau Scanpix

Eins og nógvir aðrir bilframleiðarar, so særir tollstríðið við USA Volkswagen.

Bilasamtakið almannakunngjørdi í dag hálvársroknskapin, og her ber til at lesa í svørtum og hvítum, hvat trýstið frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, við ES hevur kostað týsku fyritøkuni.

Volkswagen skrivar í einum parti av roknskapinum um nýggju tollirnar á bilum og eykalutum, sum eru settir í gildi.

Áður var tollurin 2,5 prosent á báðum pørtum, men nú er hann hækkaður til 27,5 prosent.

Hetta hevur millum annað havt við sær, at Volkswagen hevur noyðst at niðurskriva virðið á sínum norðuramerikansku goymslum av bilum og eykalutum, og hetta hevur ávirkað rakstrarúrslitið fyrra hálvár við 1,3 milliardum evrum.

Vinningurin hjá felagnum eftir skatt er eisini fallin úr 4,5 milliardum evrum niður í 2,8 milliardir evrur.

Inntøkurnar vóru næstan flatar, og vóru nakað niður úr 158,8 milliardum evrum fyrsta hálva árið í ár til 158,4 milliardir sama tíðarskeið í fjør.

Tilsamans vórðu 4,25 milliónir nýggir Volkswagen persónbilar leveraðir um allan heimin fyrru helvt av árinum, harímillum kinesisk samstarv. Tað svarar til ein vøkstur á 1,5 prosent.

Í Volkswagen-samtakinum eru umframt Volkswagen-merkið eisini merkir sum Skoda, Seat, Audi og Porsche.

Volkswagen hevur eitt kinesiskt dótturfelag, sum framleiðir og selur Volkswagen, Audi, Skoda og Jetta merkini í Kina gjøgnum lokal samstarv.

Kinesiski marknaðurin stóð fyri umleið 30 prosentum av inntøkunum hjá Volkswagen í 2024, men sølan er trýst av kinesiskum framleiðarum av elbilum.

 

/Ritzau/

 

Vinningurin hjá Volkswagen samtakinum minkaði fyrra hálvár, millum annað orsakað av nýggjum amerikanskum tolli. (Arkivmynd). - Mynd: Volkswagen/Ritzau Scanpix