Poulina Jóanesardóttir hevur sæð hvussu føroysku klæðini hava ment seg við árunum, og hon heldur ikki, at tað er ein trupulleiki, at fólk seta sín dám á føroysku klæðini og royna ymiskt, tí summi rák fara skjótt burtur aftur, onnur eru varðandi.
16 ára gomul fór Poulina Jóanesardóttir til Danmarkar í verkstakslæru at læra til lærara í veving. Hon rekur vevstovuna POULINA. Á vevstovuni er nógv at gera, nú skjúrt, fyri- og turriklæðir skulu fáast til høldar áðrenn ólavsøku.
– Tað hevur verið vevurin, sum hevur verið mítt.
Poulina Jóanesardóttir hevur stóran áhuga fyri vevum og hevur átt fleiri. Henni dámar at keypa gamlar vevar, gera teir í stand, og síðani selja teir víðari.
Tað hevur týdning at brúka góðar vevar, og teir halda leingi, eitt nú vevurin Grani, sum Poulina Jóanesardóttir, fekk tá hon var 15 ára gomul.
– Hann er sum fyrstadagin og slítist við yndi.
##med2##
Tá Poulina Jóanesardóttir byrjaði sína yrkisleið sum vevari, var hugburðin hjá teimum sum tá fingust við føroysk klæðir, at klæðini skuldu ikki broytast. Tá vóru litirnir svart, hvít og blátt.
Føroysku klæðini broytast ikki stórvegis frá ári til ár, men hon hevur sæð broytingar henda yvir longri tíðarskeið.
Í 70'unum fóru fólk at brúka fleiri litir, Poulina gjørdi tá fleiri svørt og lillað fyri- og turriklæði.
– Hetta var tann lilla tíðin, men síðani komu nógv ár, har lillað als ikki varð brúkt.
Sterki blái liturin hvarv eisini, í staðin fóru kvinnur at brúka myrkabláar og grønar litir.
##med3##
Sumt kemur og fer skjótt burtur aftur, annað hongur við
– Síðani koma vit til, at fólk fáa sær føroysk klæðir, sum kanska ikki høvdu vilja havt tey áðrenn, tí tey hildu tey vera keðilig. Men tá tú kundi alt møguligt, broyttist tað.
Í dag eru føroysku klæðini merkt av, at fólk royna ymiskt. Poulina Jóanesardóttir heldur ikki, at tað er ein trupulleiki, at fólk seta sín egna dám á føroysku klæðini og royna ymisk snið og litir.
Tingini koma spakuliga fram, tí fólk síggja onnur í onkrum, sum tey sjálvi fara at ynskja sær.
– Eg hava verið leingi í vinnuni, og havi sæð, at tað gongur í bylgjum. Okkurt kemur framvið og fer skjótt burtur aftur, og annað hongur við.
Fyri 10 árum síðani komu tey russisku turriklæðini spakuliga, síðani hava tey tikið dik á seg og eru ógvuliga væl dámd í dag.
Eitt tíðarskeið gjørdist tað væl umtókt at hava svart skjúrt.
– Í 20-30 ár hevði eg vovið tvey svørt skjúrt, og brádliga skulu fleiri hava svørt skjúrt.
Rákið við svørtum skjúrtum er hæsað av, og nú er tað bara hendingaferð, at svørt skjúrt verða bíløgd.
Reyðu skjúrtini er avgjørt best umtókt, eftir tey koma tey bláu, og síðani tey grønu.
Tað sama sæst við mannfólkatroyggjunum. Eftir at mynstrutar troyggjur hava verið burtur í nógv ár, eru nakrar mynstrutar troyggjur aftur at síggja.
Føroysk klæðir eru kostnaðarmikil. Tey flestu velja tryggu loysnina og velja klæðir, sum flestu eru samd um síggja snotilig út. Onnur tora betur at velja okkurt sum er øðrvísi.
– Tað er ymiskt, hvussu kreativ fólk eru, og hvat tey tora. Um tað er okkurt sum er heilt øðrvísi, so eru tað tey sum dáma tað, og onnur sum veruliga ikki dáma tað.
##med4##
Skifta klæðini út
Sjálv gjørdi Poulina sær føroysk klæðir, tá hon var 20 ára gomul og brúkar tey enn. Í ár hevur hon fingið eitt nýtt fyriklæði. Tað serliga við nýggja fyriklæðnum er, at tað er broderað við ull, vanliga verður broderað við silki ella viskosu.
Tað eru tó ikki øll, sum gera sum Poulina og brúka somu klæðir í alt lívið. Á vevstovuni hitta tey fólk, sum eiga fleiri sett av føroyskum klæðum at skifta við.
– Onkur mamma er komin á gátt við trimum døtrum, sum líkjast í stødd, tær hava valt sær hvør sítt í ymiskum litum, soleiðis at tær kunnu skifta um.
Onkuntíð hevur Poulina hugsað, at marknaðurin einaferð verður mettaður, men tað vísir seg altíð at vera eftirspurningur eftir føroyskum klæðum.
– Vit hava nógv at gera hvørt ár. Onkuntíð undrast vit, tí klæðini kosta nógv, kortini skifta summi út.
Hjá teimum sum arbeiða við føroyskum klæðum eru tvær tíðarfreistir, tær eru tá næmingar fáa prógv, og ólavsøkan.
– Tað er hendan tíðin, at nógvir pengar koma inn. Um heystið er einki at gera, og tá skalt tú liva av inntøkuni um summarið.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##