Conference League: Mikkjal skal til Armenia ella Ungarn

Fyrst má AIK Stockholm vinna ein samlaðan sigur á estiska Paide

 

Hósdagin klokkan 16.30 fer Mikkjal K. Thomassen í holt við evropeisku uppgávurnar við liði sínum, AIK Stockholm 

 

Tá spælir AIK Stockholm á Kadrioru Staadion leikvøllinum í Talinn móti estiska liðnum, Paide í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League. 31. juli hittast liðini á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi.

 

Megnar liðið Mikkjal er høvuðsvenjari hjá at vinna ein samlaðan sigur á Paide, so bíðar armensk ella ungarsk mótstøða í triðja undanumfarinum.

 

Í triðja undanumfarinum verður talan um antin FC Pyunik úr Armenia, ella ETO FC Győr úr Ungarn.

 

Triðja undanumfarið verður leikt 7. og 14. august.