Politiið fyrireikar seg til dystin millum HB og Brøndby

Um fólk síggja vápnaðar politistar uppi við Tjarnir í dag er bert talan um venjingar.

Venjingarnar byrja um middagsleitið og halda væntandi fram tað mesta av degnum, sigur løgreglan.

 

Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá Føroya Politi til Conference League-dystin millum HB og Brøndby, sum verður á Tórsvølli hóskvøldið 24. juli 2025. 

 

Hóast Føroya Politi sjálvsagt vónar, at dysturin verður avgreiddur í einum góðum ítróttarligum anda, er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

 

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum, verður sagt í tíðindaskrivi frá løgregluni.

 

Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað í mun til Conference League-dystin, sigur løgreglan.