Kenneth Meyer/Ritzau Scanpix

Løgreglan væl fyri­reikað til fót­bólts­upp­reistur í Havn

Minst 500 danskir fjepparar hjá Brøndby verða til dystin í kvøld

Kenneth Meyer/Ritzau Scanpix

Hóast fjeppararnir hjá danska fótbóltsfelagnum Brøndby eru kendir fyri at gera um seg í sambandi við fótbóltsdystir, so hevur løgreglan góðar vónir til dystin millum HB og Brøndby IF í Conference League kappingini á Tórsvølli í kvøld.

– Vit byrjaðu innsatsin til dystin í gjár, og hann tað heldur fram í dag. Vit vænta nógv fólk við flogførum í dag, og vit eru til staðar á flogvøllinum, tá tey koma, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan verður eisini til staðar í miðbýnum í Havn og eru klár, um eitthvørt skuldi verið á vási. Og soleiðis vóru vælmannað løgreglulið á Skálatrøð í gjárkvøldið, tá Brøndby-fjepparar hildu til á skeinkistaðnum Glitnir. Løgreglan hevur fingið styrk úr Danmark í sambandi við dystin í kvøld.

Vaktleiðarin sigur, at 500 atgongumerki eru seld, og hann veit, at tey hava biðið um fleiri atgongumerki. Tí væntar løgreglan í minstalagi 500 áskoðararar hjá Brøndby til dystin.

– Vit gera nú tað mótsætta, sum vit gjørdu í sambandi við dystin í fjør millum HB og Hajduk Split úr Kroatia. Vit hava tosað við fólkini kring Brøndby og vit vænta ikki, at tað verður so galið. Vit skulu minnast til, at hóast fjepparar hjá Brøndby eru tiltiknir, so er einki hooligans-umhvørvi í Føroyum, so her er eingin hjá teimum at berjast við. Og vit vænta ikki, at hesir fjepparar venda vreiðina ímóti tilvildarligum fólkum.

– Men vit eru fyrireikað uppá, at tað kann venda báðar vegir, nú hesir gulu fjeppararnir koma. Men tað er jú eitt sirkus, sum kemur til býin, sigur hann.

 

Kenneth Meyer/Ritzau Scanpix