Dalai Lama tosar um eftirmannin á 90 ára degnum

Undir einum føðingardagshaldi leggur Dalai Lama upp til, at 600 ára gamli stovnurin heldur fram eftir deyða hansara.

Ein munkur hjálpir Dalai Lama at lata seg í ein hátíðarligan hatt, tá hann hátíðarheldur 90 ára føðingardag hansara. Føðingardagurin hjá andaliga leiðaranum er offisielt 6. juli - Mynd: Ashwini Bhatia/Ritzau Scanpix

Dalai Lama legði í dag upp til, at stovnurin rundan um hann heldur fram, tá hann ikki er á lívi longur.

Tað segði hann undir einum hátíðarhaldi av sínum 90 ára føðingardegi, skrivar tíðindastovan AFP.

- Hvat Dalai Lama-stovninum viðvíkur, so verður okkurt slag av karmum, sum vit kunnu tosa um framhald av honum innanfyri, segði hann.

AFP kallar útsøgnina hjá Dalai Lama, sum er andaligi leiðarin í Tíbet, fyri "sterkastu ábendingina higartil um, at 600 ára gamli stovnurin heldur fram eftir deyða hansara".

Andaligi leiðarin hevur fleiri ferðir lagt dent á, at yvirlivilsið hjá stovninum er treytað av, hvussu væl umtóktur hann er millum fólkið.

Sambært AFP skal Dalai Lama væntandi taka eina avgerð um hetta mikudagin.

Dalai Lama varð føddur í eini bóndafamilju í tíbetansku bygdini Taksar í juli 1935.

Tvey ára gamal varð hann eyðmerktur sum holdningurin av andaliga leiðaranum í tibetanskari buddismu. Hetta hendi, eftir at hann hevði víst á ein lut, sum hoyrdi til undanmann hansara.

Tvey ár seinni kom hann til høvuðsstaðin í Tíbet, Lhasa, har hann alment varð settur sum 14. Dalai Lama.

Í 1950, sum 15 ára gamal, varð hann innsettur sum ríkisleiðari, tá kinesiski herurin herjaði á Tíbet.

Í 1959 gjørdi fólkið í Tibet uppreistur móti kinesisku hersetingarhermonnunum fyri at verja sín trúarleiðara. Uppreisturin varð tó knústur av kinesiska herinum.

Sama árið flýddi Dalai Lama um Himalayafjøllini til India.

Her stovnaði hann stjórn í útlegd, sum stríddist fyri at vinna Tibet aftur. Síðani er hetta broytt til eitt krav um økta sjálvstøðu.

Seinastu 60 árini hevur Kina "moderniserað" Tíbet og koloniserað landið við milliónum av kinesiskum tilflytarum. Tíbetur eru nú ein greiður minniluti í økinum.

 

/Ritzau/

 

Ein munkur hjálpir Dalai Lama at lata seg í ein hátíðarligan hatt, tá hann hátíðarheldur 90 ára føðingardag hansara. Føðingardagurin hjá andaliga leiðaranum er offisielt 6. juli - Mynd: Ashwini Bhatia/Ritzau Scanpix