Dalstunnilin og Hestoyggin

Kjansur er fyri, at arbeiðið við Dalstunnilinum kemur at steðga á nýggjárinum, tí samgongan ikki hevur samtykt nakra fíggjarlóg fyri 2023.

 

 

 

Tað er ongin ivi um, at Dalstunnilin er sera kærkomin hjá bygdafólkinum. Núverandi vegakervið er gamalt og til tíðir eisini ótrygt. 

 

 

 

Tískil er tað als ikki nøktandi, tá ið ein tílík íløga kemur at standa still.

 

 

 

Steðgir hava verið fyrr og hálvar játtanir so við og við. Tad kann ikki takast í álvara.

 

 

 

Kemur javnaðarflokkurin til valdið, fara vit at syrgja fyri neyðugari játtan, so at tunnilsarbeiði kann gerast liðugt, uttan steðg.

 

 

 

Somuleiðis er tað als ikki nøktandi, at ongin ferðaætlan er gjørd fyri Hestoynna, tá ið tunnilin letur upp. Vit vita at teistin skal seljast og so er spurningurin, hvat so? Ein verulig ætlan má gerast, so at fólkini úti í Hesti ikki verða slept uppá fjall.

 

 

 

 

 

X við Sigrið, X við C