Dan Olsen syngur um hjartasorg á føroyskum

Hann hevur gjørt bæði nýtt lag og videolag

Í dag hevur Dan Olsen útgivið eitt nýtt føroyskt lag, ið eitur "Hjartasorgin".

 

Lagið eru tikið upp í London, har hann býr.

 

– Hetta er bara mítt seinna lag á føroyskum. Eg umsetti mítt enska lag "Heartbreak Season" til "Hjartasorgin", sigur hann.

 

– Seinastu tíðina havi eg verið meira í studio og minni á konsertferðum.

 

Hetta er hansara triðja útgivna lag í ár. Í fjør gav hann átjan løg út, øll á enskum.

 

Umframt lagið er eisini eitt videolag gjørt. Tað er eisini gjørt í London.

 

Hygg at tí og hoyr lagið her:

 

##med2##