Daniel legði upp til tvey mál í greiðum sigri hjá Hillerød

Hillerød er á gáttini til at vinna niðara endaspælið

 

 

Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen spældu allan dystin, tá teir og liðfelagarnir í Hillerød tóku móti botnliðnum, HB Køge í heimadysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Á Right to Dream Park leikvøllinum í Farum vann Hillerød greitt 3-0 á HB Køge. Longu í fimta minutti sendi Daniel eitt gott hornaspark inn í brotsteigin, ið William Glindtvad stútaði í netið. Fyrri hálvleikur var eitt sindur meir enn hálvrunnin, tá Daniel við einari góðar sending fann Tobias Arndal, ið eisini stútaði bóltin í netið hjá HB Køge. Í 73. minutti staðfesti amerikumaðurin, Monday Etim sigurin við einum brotssparki hann setti í netið. 

 

Millum áskoðararnar i Farum at skoða avrikið hjá Daniel og Adrian var føroyski landsliðsvenjarin.

 

Hillerød er greitt oddalið í niðara endaspælinum við 45 stigum. Hobro og B93 hava 34 stig hvør. Tað eru bert fýra dystir eftir at leika, so Hillerød skal bert hava tvey stig aftrat fyri at vinna niðara endaspælið. 

 

Komandi fríggjadag klokkan 17.30 kann Hillerød tryggja sær fyrsta plássið, um teir á útivølli vinna á Hobro.