Tað er í annaðkvøld, at HB tekur ímóti Brøndby IF á Tórsvølli í Havn í Conference League. Í hesum sambandi hevur løgreglan fyrireikað seg soleiðis, at tað ikki verður ófriður av donsku fótbóltsviðhaldsfólkunum. Somuleiðis hevur HB fyrireikað seg, so tað ikki endar eins galið, sum í dystinum í august í fjør millum HB og Hajduk Split úr Kroatia.
Løgreglan hevur helst lært av dystinum millum HB og Hajduk Split í fjør, tá kroatisku fjeppararnir uppførdu seg út av lagi ófantaliga – bæði á Tórsvølli og í býnum í Havn. Millum annað varð ein løgreglumaður sligin á Tórsvølli.
Dysturin millum HB og Brøndby IF verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19:45.