Conference League: Shaki og Jón Rói hava eina fortíð í Brøndby

Tað var ikki í Brøndby Jón Rói Jacobsen og René Shaki Joensen gjørdu mest vart við seg

Savnsmynd

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir HB fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League móti Brøndby á Tórsvølli.

 

31. juli verður returdysturin leiktur á leikvøllinum í Brøndby. 

 

Tað eru tveir HB-arar, ið hava eina fortíð í Brøndby.

 

Árini 2011-2014 var landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, ið tá var 18 til 21 ára gamal knýttur at Brøndby. Tað blivu nógvir dystir við ungdómsliðunum hjá Brøndby, men tað gjørdist bert tann eini kappingardysturin við besta liðnum hjá Brøndby.

 

Shaki spældi tvey ár við Vendsyssel FF, og tvey ár við Grindavík í Íslandi, áðrenn leiðin gekk heimaftur til HB. Síðani 2022 hevur Shaki verið knýttur at hópinum hjá KÍ.

 

Shaki hevur higartil spælt 44 landsdystir fyri Føroyar, har hann hevur skotið trý mál.

 

Jón Rói Jacobsen, ið spældi 36 landsdystir fyri Føroyar, árini millum 2001 og 2008 var knýttur at Brøndby, kappingarárið 2003-2004. Tað eydnaðist Jón Róa sum var útleigaður til Brøndby at spæla fýra kappingardystir við besta liðnum hjá Brøndby. Hann fekk tó seinni fitt av dystum við Frem og AaB. Við AaB var hann við til at vinna gull í superliguni, kappingarárið 2007-2008. 

 

Jón Rói gavst við yrkisfótbólti bert 26 ára gamal í 2009, og hann er í dag kommunulækni í Havn. 

 

Keldur: FaroeSoccer og Wikipedia.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd