André hevur framvegis ikki tapt

Hetta var størsta úrslitið hjá HB í Europa, tá ið tað endaði javnt ímóti Brøndby, sum danskir miðlar siga gjørdi øgiligan brølara í Føroyum

Í kvøld var HB fyri 67. ferð í europeiska eldinum, og í kvøld rakk HB eitt av bestu og kanska besta úrslitið yvirhøvur í Europa. Á Tórsvølli endaði tað 1-1 ímóti Brøndby, sum varð roknað at vera stórur favorittur.

 

Í gjárkvøldið endaði tað 1-1, tá ið Silkeborg hevði vitjanav KA av Akureyri. Tað varð í donskum miðlum roknað at vera stórur kiksari. Í kvøld megnaði Brøndby, sum er eitt av størstu feløgunum yvirhøvur í Danmark ikki meiri enn 1-1 ímóti HB, og danskir miðlar siga, at hetta var øgiligur brølari.

 

Undan dystinum segði HB venjarin André Olsen, at málið í kvøld var, at tað framvegis skuldi vera spenningur, tá ið HB tíðliga ólavsøkudag fer úr Føroyum at fyrireika seg til dystinum, sum um eina viku verður í Brøndby.

 

At tað í kvøld endaði 1-1 ber við sær, at tað framvegis er spenningur, og 1-1 ber eisini við sær, at HB framvegis ikki hevur tapt, síðani André Olsen tók við sum venjari.

 

Brøndby var væl omaná í fyrra hálvleiki, tá ið tað hjá HB kendist at vera lætti, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og støðan framvegis var málleysur javnleikur.

 

Eftir steðgin helt Brøndby fram, og tá ið Filip Bundgaard í 62. minutti setti bóltin í málið, og Brøndby var frammanfyri 1-0, kundi tað verið mønustingurin hjá HB.

 

Men HB spælararnir vístu seg at orka eins væl og mótstøðumenninir. HB vísti fínan hugburð. Ein arbeiddi fyri allar, og allir arbeiddu fyri ein, og fram ímóti dystarenda eydnaðist tað at vinna úrtøku úr yvirvágini, sum heimaliðið hevði seinna partin av seinna hálvleiki.

 

Emil G. Pedersen var sera eyðsýndur, og tríggjar ferðir hevði hann góðar royndir ímóti málinum, og ta einu ferðina brast bólturin í stólpan.

 

Jákup Thomsen skoraði í næstsíðsta minutti til 1-1, tá ið hann úr 14 metrum og mitt fyri setti bóltin dygst inn við stólparótini. Hann var miðskeiðis í seinna hálvleiki skiftur inn fyri Jonas Enkerud, og ein annar innskiftur spælari, Mathias Voss, sum leingi hevur verið skaðadarvaður, átti sín lut í stóru løtuni, tí tað var eftir gjøgnumbrot hjá Voss í høgru og roynd, sum varð blokerað, at bólturin datt fyri føturnar á Jákup L. Thomsen, sum takkaði fyri og skoraði. Stórur fagnaður millum teir 3500 áskoðararnar, sum vóru óførir og gjørdu, at HB hevði alla orsøk at kenna seg vera á heimavølli.

 

HB fagnaður um 1-1 ímóti Brøndby, og teir gulu og bláu hingu við høvdinum, nú tað ikki eydnaðist teimum at vinna fulla úrtøku. Nú fáa teir eina byttu fyri og aðra eftir oman yvir seg, áðrenn teir hóskvøldið fáa nýggjan møguleika ímóti HB.

 

##med2##