Stóra listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi er ein søluframsýning, har allur ágóðin fer til vælgerandi endamál. Í ár fer stuðulin til Sinnisbata, sum er áhugafelagið hjá teimum, sum hava sálarsjúku, og avvarðandi teirra.
Síðstu árini hevur Sinnisbati arbeitt við at seta á stovn eitt Headspace-tilboð í Føroyum, sum eisini er lagað eftir føroyskum viðurskiftum. Endamálið við Headspace er at veita børnum og ungum, ið ikki hava tað gott og stríðast, skjótan lággáttarstuðul.
Við Headspace kunnu tey tosa um ivamál og avbjóðingar í einum skipaðum og opnum felagsskapi. Líknandi tilboð er í fleiri norðurlondum og nú skjótt eisini í Føroyum.
Ólasøkuframsýningin letur upp seinnapartin sunnudagin 27. juli og heldur fram alla ólavsøkuna, líka til mikudagin 30. juli. Sunnudagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og mikudagin er opið klokkan 16-20.