Danskir politikarar øtast um føroyska fosturtøkulóg

Danski heilsumálaráðharrin vildi ikki siga sína meining um strongu fosturtøkulógina í Føroyum, tá hann var í samráð um fosturtøku í Fólkatinginum í síðstu viku

 

Føroyar hava helst eina ta strangastu og elstu lógina um fosturtøku, og tað undrar Pernille Skipper úr Eindarlistanum í Danmark, at danska stjórnin einki ger fyri at hjálpa føroyskum kvinnum, sum sambært teimum ikki hava tey náttúrligu mannarættindi, sum fosturtøka er.

Í Danmark er breið semja um fríu fosturtøkulógina. Men í USA henda í hesum stórar broytingar, tí at hægstirættur hevur umstoytt tann nógv umrødda »Roe v. Wade« dómin frá 1973, sum tryggaði kvinnum í USA rættin til fosturtøku.

Í Póllandi er lógin um fosturtøku gjørt nógv strangari, og nógv lobbyvirksemi er í ymsum londum í Evropa fyri at gera lógir um fosturtøku strangari.

Magnu Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark segði í samráðnum í heilsunevndini í Fólkatinginum, at tað var kanska nakað bláoygt at taka øll framstig fyri givið, so sum hann og fleiri við honum hava gjørt – tí sterkar kreftir eru, sum vilja rulla hesi framstig aftur, helt hann fyri.

 

##med2##

Pernille Skipper úr Eindarlistanum vildi hava Magnus Heunicke at siga sína hugsan um fosturtøku í Føroyum, men tað var heilt týðuligt, at hetta var eitt øki, sum danski ráðharrin ikki á nakran hátt ynskir at siga sína hugsan um – helst fyri ikki at stoyta føroyskar politikarar. Men hann fegnaðist um, at Joe Biden, forseti í USA, vildi virka ímóti dóminum hjá hægstarætti.

Hoyrið brotið um føroysku fosturtøkulógina við at trýsta á pílin á myndini.