Fyrstu dystirnir í bólki C í HM-endaspælinum í manshondbólti vóru leiktir í Kroatia í dag.
Frakland vann stórsigur á Katar, og Eysturríki vann eisini stórsigur á Kuveit. Kuveit beit tó væl frá sær í fyrra hálvleiki.
Frakland-Katar 37-19 (18-10)
Toppskjúttar Frakland: Thibaud Briet 7 og Aymeric Minne 5.
Toppskjútti Katar: Frankis Marzo 4.
Eysturríki-Kuveit 37-26 (18-16)
Toppskjúttar Eysturríki: Sebastian Frimmel 5, Tobias Wagner 5, Eric Damböck 5, Eric Damböck 5.
Toppskjúttar Kuveit: Mohammed Alhendal 4, Saif Aldawani 4, Mohammad Radhei 4.
Frakland og Eysturríki hava tvey stig hvør, meðan Katar og Kuveit einki stig hava.
Skráin fyri innleiðandi bólk C:
14. januar: Frakland – Katar, klokkan 37-19 (18-10)
14. januar: Eysturríki – Kuveit, klokkan 37-26 (18-16)
16. januar: Kuveit – Frakland, klokkan 17.
16. januar: Eysturríki – Katar, klokkan 19.30.
18. januar: Frakland – Eysturríki, klokkan 17.
18. januar: Katar – Kuveit, klokkan 19.30.