Í innleiðandi HM-bólki B í Boxen høllini í Herning frammanfyri 12.000 áskoðarum vann Danmark týskvøldið risastóran 47-22 sigur á Algeria. Í steðginum var Danmark frammanfyri 20-11.
Mathias Gidsel var toppskjútti hjá Danmark við 10 málum. Emil Jakobsen skoraði átta mál.
Stóri leikarin hjá Danmark var tó málverjin, Emil Nielsen sum nærum stongdi málið, og hann bleiv eisini valdur at vera besti leikarin í dystinum. Emil Nielsen bjargaði 47 prosent av málroyndunum.
Jóhan á Plógv Hansen slapp væl frá verjupartinum, men hann brendi tríggjar málmøguleikar og kom ikki á máltalvuna fyri Danmark.
HERber til frá týsku rásini Sportstudio at síggja ein samandrátt frá stórsigrinum hjá Danmark:
##med2##