Kanningarfólk handtaka frákoyrda forsetan í Suðurkorea

Hóast mannaketuna, so hevur tað eydnast suðurkoreanskum kanningarfólkum at handtaka Yoon á bústaðið forsetans.

Frákoyrdi suðurkoreanski forsetin,Yoon Suk Yeol. Mynd: Ezra Acayan/AP/Ritzau Scanpix

Frákoyrdi forsetin í Suðurkorea, Yoon Suk-yeol, varð handtikin í nátt okkara tíð.

Tað upplýsa suðurkoreansk kanningarfólk, sambært AFP.

Handtøkan varð framd eftir at Yoon fyrst í desember setti stutttíðar undantaksstøðu í gildi í landinum.

Í nátt okkara tíð komu kanningarfólk til bústaði hjá frákoyrda forsetanum í eini roynd at fremja handtøku.

Limir í suðurkoreanska stjórnarflokkinum møttu eisini á bústaðnum, har teir gjørdu eina menniskjaketu í eini roynd at forða kanningarfólkum í at fáa fatur á Yoon.

 

/Ritzau/

 

 

Frákoyrdi suðurkoreanski forsetin,Yoon Suk Yeol. Mynd: Ezra Acayan/AP/Ritzau Scanpix