VIDEO: Juventus vann stórsigur á Wydad (HM fyri felagslið)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Juventus-Wydad 4-1 (2-1)

Juventus vann eisini annan dystin í innleiðandi bólki G í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.

 

Frammanfyri 32.000 áskoðarum - og 35.500 tómum setrum - vann Juventus á Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia 4-1 á marokanska liðnum, Wydad. 

 

Juventus hevur seks stig fyri tveir dystir. Manchester City sum hevur trý stig spælir klokkan tvey í nátt mót Al Ain úr Sameindu Emirríkjunum. Wydad og Al Ain hava einki stig.

 

Juventus-Wydad 4-1 (2-1)

1-0 sjálvmál (´6 )

2-0 Kenan Yildiz ('16 )

2-1 Thembinkosi Lorch ('25 )

3-1 Kenan Yildiz ('69 )

4-1 Dusan Vlahovic, br. ('90 )

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 4-1 sigrinum hjá Juventus á Wydad:

 

##med2##