Donsk fakfelagsfólk vitjaðu Verkafólk

Hesa vikuna hava donsk fakfelagsfólk verið í Føroyum og vitja Verkafólk. Talan er fyrst og fremst um umboð úr stóru havnunum í Danmark og høvuðsfakfelagið 3F.

Tíðindaskriv, Havnar Arbeiðarafelag:

 

Vitjanin er í sambandi við, at Verkafólk herfyri fingu umboð í  stýrisbólkinum fyri speditión og goymslu í norðurlendsku flutningsarbeiðara samgonguni. Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag og umboð í stýrisbólkinum, var vertur fyri vitjanina. Hann leggur ikki skjól á týdningin av hesi vitjan.

 

- Hetta vóru umboð fyri tær havnir, ið vit føroyingar hava tað størsta sambandi við. Ein sera stórur partur av tí vøru, ið kemur úr og til Føroyar fer og kemur umvegis hesar havnir, tí er tað av alstórum týdningi, at vit framyvir kunnu virka sum ein eind.

 

Fakfelagsumboðini vitjaðu fyritøkur, ið hava nógv verkafólk í starvi, eitt nú Bakkafrost, Faroe Ship og Tórshavnar Havn, allastaðni vóru tey væl móttikin. Nevndarlimir í føroysku arbeiðarafeløgum, álitisfólk og onnur greiddu frá føroyska arbeiðsmarknaðinum, um høga støði, um avbjóðingar, um mannagongdir og um verkfallið í fjør.

 

- Eg haldi, at hesi umboðini vóru bergtikin av høga støðinum, eitt nú á Bakkafrost, ið er ein fyritøka, ið er sera frammaliga innan aling, men eisini menning og nýhugsan, støðið er jú altjóða, sigur Heri Reynheim. 

 

At Føroyar er eitt lítið land kom eisini til sjóndar, tí donsku fakfelagsfólkini kundu fegnast, tá tey frættu, at bussførarin og ferðaleiðarin á túrinum, eisini er álitisfólk fyri bussførarnar, ið hevði ein virknan leiklut í verkfallinum í fjør. 

 

Fakfelagsumboðini fóru av landinum aftur í morgun, men tætta samstarvið millum føroysk og donsk verkafólk er nú enn sterkari.