Hósdagin 26. juni vardi Hugin Reistrup ph.d.-ritgerð sína um brokkskurviðgerðir hjá tannáringum.
Hetta skrivar gransking.fo.
Hugin Reistrup er lækni á Afdeling for Mave-, Tarm-, og Leversygdomme á Herlev Hospital og hevur har arbeitt við verkætlan um viðgerð av brokk hjá tannáringum. Hann hevur verið innskrivaður á Københavns Universitet til ph.d.-lesturin.
Ritgerðin kallast: “Management of groin hernia in adolescents”.
Arbeiðið var í fleiri pørtum og er útgivið í fýra vísindagreinum.
Jacob Rosenberg, kliniskur professari og yvirlækni á Herlev Hospital, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Siv Fonnes, lækni á Herlev Hospital, hevur verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Frederik Helgstrand, kliniskur lektari á Institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, formaður
Michael Festersen Nielsen, kliniskur professari og granskingarleiðari á Institut for Regional Sundhedsforskning á Syddansk Universitet
Hanna de la Croix, yvirlækni á Sahlgrenska University Hospital.
Hetta skrivar gransking.fo, og har er eisini meira um evnið.
Sí meira á fakliga vanganum hjá Hugini Reistrup