Ein bústaður er eitt heim – ikki ein vøra

Ein av orsøkunum til at eg stilli upp til løgtingsvalið er, at eg vil arbeiða fyri, at øll í Føroyum skulu hava atgongd til ein góðan og tryggan bústað, sum hóskar til teirra tørv, lívs- og fíggjarstøðu.

 

Tað hevur verið ein støðuður fólkavøkstur seinastu árini. Ein partur av hesum eru føroyingar, sum flyta heim, og so at útlendningar koma her til frá nærum øllum heiminum. Hetta er at fegnast um, tí tey eru eitt kærkomið íkast til arbeiðsmarknaðin og mentanarlívið.

 

Tann óhepnað avleiðingin er, at íbúðarneyðin er eksploderað. Fríu marknartreytirnar stýra hesum. Avleiðingin er, at tann ríki keypir ellar leigar bústaðir. Tann láglønti, einligi forsyrgarin, fólkapensionisturin, útlendingurin, flóttin og fólk við skerdum førleika, hava torført við at fáa tak yvir høvdið. Hetta eiga vit at gera nakað við!

 

Sum sjúkrasystir og psykoterapeutur havi eg sæð familjur, sum búgva í búðstøðum, sum eru alt ov smáir, alt ov kostnarmikllir og krevja ábøtur. Her er komin ein ójavni millum borgarar, sum vit mugu rætta upp.

 

Ein annar bólkur, sum eg vil vera ein rødd fyri, eru tey sum hava tørv á einum búfelagisskapi, sambýli ella umlættingarheimi. Hesin bólkur hevur einki annað væl enn at blíva búgvandi heima hjá foreldrunum, hóast tey eru komin væl til árs. Hesi ynskja sær sítt egna heim, men tilboðið er ikki har.

 

Eitt vælferðarsamfelag sum Føroyar, eigur at kunna bjóða búðstaðir til allar borgarar. Eisini til tey, sum hava serligan tørv ella eru láglønt. Til hendan bólk hevur “Bústaðir” bygt nakrar leigibústaðir, har vinningur ikki er endamálið. Fleiri hava notið gott av hesum, men enn eru ov fáar, og bíðilistarnar langir.

 

Stundin er komin til ein veruligan føroyskan bústaðarpolitikk, eins og í grannalondum okkara. Tí ein tryggur bústaður, sum er til at rinda, er grundleggjandi vælferðarpolitikkur. Nú er okkara túrur eisini komin á hesum økinum.

 

 

 

Harriet Jørgensen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin