TONIK GameJam 2025

Gaming vinnan – spælmenning – er ein stór og skjótt vaksandi vinna og Føroyar eiga at satsa meira uppá at gerast partur av hesari vinnu

Tonik og GameJam Føroyar hava gjørt eitt samstarv fyri at stimbra føroysku spælvinnuna. 

GameJam er eitt altjóða konsept hvørs høvuðsendamálið er, at menna eitt spæl innan fyri eitt ávíst tíðarskeið – vanliga 48 tímar.

Tonik GameJam verður eitt sindur øðrvísi enn tey vanligu GameJam Føroyar tiltøkini. Tiltakið fer at strekka seg yvir eina heila viku, og byrjar við einum GameJam vikuskiftið 2.– 4. mai. Luttakararnir fáa síðani møguleika at leggja síni úrslit fram fyri einum altjóða paneli við royndum vinnulívsfólkum, íleggjarum og spælmennarum, ið velja besta liðið, sum fær møguleika at vísa fram á stórslignu Tonik ráðstevnuni í Sjóvinnuhúsinum 9. mai.  

Tonik GameJam er ætlað at eggja mennarum, listafólkum, sniðgevum og kreativum heilum at stremba eftir einari yrkisleið innan spælmenning. Luttakarar fáa møguleikan at netverka við fólk úr vinnuni á Tonik 2025, har fleiri tungvektarar úr gaming vinnuni luttaka. Eitt nú Matthias Gredal, stjóri í SYBO Games, sum stendur aftanfyri spælið Subway Surfers. 

Sí nærri kunning um Tonik GameJam á gj.fo og um Tonik á www.tonik.fo.

Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk - sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.

 

##med2## 

##med3##