Í gjárkvøldið hendi eitt meira sjáldsamt ferðsluóhapp í miðstaðarøkinum, sum ávís ógreiða er um í løtuni.
- Óhappið hendi, tá ein bilførari skuldi parkera bilin hjá sær. Bilurin steðgaði ikki, men koyrdi beint inn í húsagrundina.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bæði bilførarin, sum var einsamallur í bilinum og húsagrundin, fingu nakað av skaða.
- Í løtuni vita vit ikki, hvat tað var, sum hendi - um bilførarin var óskettin, ella um okkurt tekniskt brek var við bilinum, sigur løgreglan.