Um midnáttarleitið vóru boð eftir løgregluni í Fuglafirði. Har vóru fýra fullir mans, sum allir kendust, farnir at beistast. Tá teir órógvaðu friðin, metti løgreglan, at frægast var at taka ein av teimum við á støðina.
Hann fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar við sær, sigur vaktleiðarin.