Eisini Norðoya Sparikassi lækkar rentuna

Eftir at Tjóðbankin fyrr í hesum mánaðinum lækkaði leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum, lækkar Norðoya Sparikassi eisini renturnar.

Útlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.

 

Innlánsrentan á kontum við uppsøgn verða óbroyttar, meðan innlánsrentan á

 

á kontum uttan uppsøgn lækka við upp til 0,25 %-stigum.

 

Broytingarnar koma í gildi tann 26. juli 2024.

 

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi, sigur Norðoya Sparikassi í tíðindaskriv.