Eitt ár eftir Wagner-mótmæli situr Putin framvegis tryggur í Russlandi

Prigozjin og leiguhermenn hansara fóru fyri einum ár síðani í hergongu ímóti Moskva sum mótmæli ímóti hernaðarleiðsluni í moskva.

Leiðarin í privata herinum Wagnar-bólkinum, Jevgenij Prigozjin, leiddi í juni í 2023 einum uppreistri móti Moskva og kravdi leiðsluna í russiske herinum útskifta. Tveir mánaðir seinni doyðin hann í eini undrunarsamari flogvanlukku. (Arkivfoto) - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix

Fyri einum ári síðani fór Wagnar-leiðarin Jevgenij Prigozjin saman við leiguhermonnum sínum úr wagnerbólkinum úr Rostov í syðra Russlandi við kós ímóti russiska høvuðsstaðnum, Moskva..

Tann dagin sá út sum, at maðurin, sum eisini var kendur sum »kokku Putin«, fór eftir at fella leiðra sín og størsta kundan hjá Wagnerbólkinum, júst russiska forsetan, Vladimir Putin.

Alheimsins miðlar fylgdu við og grunaðu um, um tað kundi vera byrjanin til endan hjá valdinum, sum Putin hevði havt mong ár.

Í Russlandi hava fleiri enn stóra respekt fyri fyrrverandi leiðaranum í Wagnerbólkinum.

– Hann gjørdi nógv fyri Russland í eini truplari tí, sigur húsavørðurin Alexader Ylynaov, sambært tíðindastovuni AFP.

Hann sigur Prigozjin vera »ein stóran mann« og heldur fram:

– Um fólk minnast hann, er hann á lívi.

Í dag eitt ár eftir hergonguna – er enn greit, at uppreisturin hjá Wagne ikki gjørdist byrjanin til ta stóru kollveltingina, sum tað fyrst bendi á.

Prigozjin er deyður eftir eina illgrunasama flogvanlukku í fjør, og Putin er fyri stuttum afturvaldur til forseta í Russlandi.

Í fyrstu syftu var Prigozjin bjargur av, at vreiði hansara og hernaðargongan ikki beinleiðis varð vend ímóti Putin, men hernaðarleiðsluni. Hon var sambært Wager leiðaranum ov vánalig at stýra innrásini í Ukraina.

Tað hevði sambært Prigozjin ført við sær, at nógvir av leiguhermonnum hansara vóru deyðir við landsbýin Bakhmut, sum millum hermenn og miðlar var kendur sum »kjøthakkarin«, tí so nógvir hermenn doyðu í bardøgum har.

 

##med2##

Kreml og Putin noktaði, at deyði Prigozjin hevði nakað við flogvanlukkuna at gera. Í staðin fagnaði Putin sínum fyrrverandi kokki sum ein »dugnaligan handilsmann«.

Wagner hergongan steðgði eins brádliga, sum hon byrjaði. Umleið 200 kilometrar úr Moskva. Sambært Prigozjin tí málið var nátt.

Wagner-bólkuin er enn til – eftir øllum at døma við soni Prigozjin, Pavel, sum leiðara – men nú er hann partur av russisku tjóðarhirðuni, Rosgvardia.

/ritzau/

 

Leiðarin í privata herinum Wagnar-bólkinum, Jevgenij Prigozjin, leiddi í juni í 2023 einum uppreistri móti Moskva og kravdi leiðsluna í russiske herinum útskifta. Tveir mánaðir seinni doyðin hann í eini undrunarsamari flogvanlukku. (Arkivfoto) - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix

Hernaðarakfør hjá Wagner-bólkinum koyra ímóti Moskva í juni í fjør. Í bakgrundini sæst roykur frá eini brennandi oljugoymslu. - Foto: Stringer/Reuters