Elding Nordic nýtt showroom í Silkeborg

Elding Nordic, ið er dótturfelag hjá Elding Sp/f, lat í 2020 hurðarnar upp fyri fyrstu ferð í Herning í Danmark

Elding Nordic er sprottið úr Elding Business, sum er vinnudeildin hjá Elding í Føroyum. 

Tað var skjótt, at hølini vóru ov lítil – Vøruúrvalið er vaksið, og kundarnar ynskja meira.

Í dag er so nýtt kapittul í søguni hjá Elding – Elding Nordic letur upp sítt nýggja og stórsligna showroom í Silkeborg.

##med4##

Í løtuni eru seks starvsfólk, sum starvast í Elding Nordic, har fýra teirra hava sína dagligu gongd í nýggju hølunum í Silkeborg.

Elding Nordic selur professionella køksútgerð til m. a. matstovur, caféir, pizzaria, kantinur og so víðari. 

 

##med2##

Umframt hettar hevur Elding Nordic eisini serkunnleika og er veitari av heildarloysnum til tann maritima partin, eitt nú skipsgallur og vaskarí umborð á skipum. 

Elding Nordic hevur sum mál at veita bæði privatkundum og vinnukundum bestu heildarloysnina til besta prísin. Hóast útgerðin er ætlað professionella kokkinum, kunnu vørurnar nýtast av heimakokkum.

 

##med3## 

Umframt showroom hevur Elding Nordic eisini heimasíðu, ið kann vitjast her: www.elding-nordic.dk

 

##med5##