EM-undankappingin: Føroyar eru á odda 17-14 í steðginum

Føroyska manslandsliðið var eitt skiftið á odda við seks málum

Tað er hálvleikur í EM-undankappingardystinum í bólki 6 millum Ukraina og Føroyar í Vilnius í Lettlandi, og eru Føroyar á odda 17-14.

 

Tað er gott í sær sjálvum, men Føroyar hava verið á odda bæði 10-4 og 13-8, men tað hava tíverri verið onkrir spiltir opnir málmøguleikar.

 

Føroyar hava skorað upp á 17 av 23 málmøguleikum, sambært hagtølunum.

 

Pauli Jacobsen hevur bjargað sjey av 21 málmøguleikum, og eigur sín lut í, at okkara er frammanfyri í steðginum.

 

Í studionum hjá KVF draga viðmerkjararnir, Andrias Eriksen og Tróndur J. Kragesteen eisini fram, at føroyska verjan hevur staðið seg væl í fyrra hálvleiki.

 

Málskjúttar: Óli Mittún 5/6, Hákun West av Teigum 4/5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 3/3, Vilhelm Poulsen 2/2, Peter Krogh 1/1, Janus Dam Djurhuus 1/1, Teis Horn Rasmussen 1/3. 

 

Bjargingar: Pauli Jacobsen 7/21 = 33,33 prosent.