Heili trý av teimum fimm liðunum sum vóru í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska landsliðnum sluppu við til EM-endaspælið í Týsklandi.
Albania og Kekkia vunnu seg til EM-endaspælið gjøgnum vanligu undankappingina, og Póland vann seg til EM-endaspælið gjøgnum Nations League.
Staðfestast má, at úrtøkan hjá teimum trimum liðunum, ið vunnu seg víðari úr okkara undankappingarbólki var sera soltin undir EM-endaspælinum.
Albania, Kekkia og Póland fingu eitt stig hvør, og tey endaðu øll aftast í sínum innleiðandi EM-bólkum.
Føroyar megnaðu javnleik 0-0 móti Albania á útivølli, og taptu 1-3 á Tórsvølli. Móti Pólandi taptu vit tvær ferðir 2-0, og móti Kekkia taptu vit 0-3 á heimavølli og 0-1 á útivølli.