Uttanríkisráðharrarnir í ES hittast í morgin at umrøða amerikanska álopið á iransku kjarnorkuverkini.
Tað skrivar uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X sunnudagin.
- Eg heiti á allar partar um at traðka aftur, venda aftur til samráðingarborðið og forða fyri víðari eskalering, segði hon.
USA leyp á trý kjarnorkuverk í Iran sunnunáttina. Endamálið var at forða landinum í at menna kjarnorkuvápn.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sær eisini samráðingarborðið sum einasta stað at fáa enda á kreppuni.
Forsetin í ES, Antonio Costa, skrivaði á X í dag, at ES framhaldandi fer at samráðast við partarnar um at finna eina friðarliga loysn á støðuni í Miðeystri.
/Ritzau/