ES og USA samráðast um handilsavtalu

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur í nátt, at umboð frá ES koma til USA í morgin, mikudagin, sum liður í samráðingunum um toll.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

- Vit hava Evropa í morgin, og dagin eftir tað hava vit nøkur onnur, segði Trump eftir at hava kunngjørt handilsavtaluna við Japan.