Ester Skála fer at umboða Føroyar í Nuuk

12. oktober verður árliga Pan-ArcticVision – arktiska tónleikakappingin – í Nuuk, og nú er greitt, hvør fer at umboða Føroyar í kappingini. Tað verður Ester Skála av Argjum.

 

Tíðindaskriv:

 

10 tónlistafólk úr 10 ymiskum londum í Arktis fara at kappast við 10 sangum, tá ið Pan-ArcticVision fer av bakkastokki. Í ár verður tónleikakappingin hildin í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk, og eins og undanfarna ár verður kappingin stroymd beinleiðis, so at øll í arktiska økinum kunnu fylgja við.

 

 

 

Í ár verður tað Ester Skála, sum skal umboða Føroyar í kappingini. Ester Skála verður lýst sum ein pink poppprinsessa og ein serstakliga áhugaverd tónlistakvinna. Á tónlistaleið sínari hevur hon skapað eitt serstakt úttrykk – ein litríkan heim, hugfangandi sangir og nakað gandakent í listagreinini elektroniskum poppi.

 

 

 

“Pan-Arctic Vision haldi eg vera eitt nokk so feitt konsept,” sigur Ester. “Tað, at tónleikarar frá teimum arktisku londunum fara at møta hvørjum øðrum og sleppa at síggja, hvat vit gera fyri tíðina. Eg gleði meg faktiskt mest til at møta øllum og at bara hava tað stuttligt saman og fáa eitt feitt upplivilsi fyri lívið.”

 

 

 

Tónleikurin hjá Ester – ofta einfaldur, tó poetiskur – og ekspressionistisku kærleikstekstirnir hava higartil verið á enskum, men til Pan-ArcticVision 2024 fer Ester at syngja á føroyskum.

 

 

 

Pan-ArcticVision

 

Pan-ArcticVision er altjóða tónleikakapping, sum hevur sín íblástur úr Eurovision. Tó, fyri føroyskar tónleikarar er ein ávísur munur; á Eurovision kunnu teir ikki kappast undir egnum flaggi. Tað kunnu teir á Pan-ArcticVision.

 

 

 

Hugsanin handan Pan-ArcticVision-kappingina er at varpa ljós á tónleikamentanina kring Arktis, umframt á ymisku málini, eyðkennini og mentanirnar í økjunum. Fyrsta Pan-ArcticVision-kappingin varð hildin í Vadsø í Norðurnoregi í2023. Tá umboðaði Guðrið Hansdóttir Føroyar.

 

 

 

Pan-ArcticVision verður fyriskipað av listabólkinum NORDTING/ The Northern Assembly í samstarvi við arktiskar samstarvsfelagar, m.a. Norðurlandahúsið í Føroyum.

 

 

 

Myndir: Súsanna Smith. Graphic design: Jón Sonni