Evropiski miðbankin lækkar rentuna

Evropiski Miðbankin, EBC, lækkar rentuna fyri aðru ferð í ár. rentan lækkar við 0,25 prosentstigum - harvið lækkar rentan úr 3,75 niður í 3,50 prosent.

Evropiski Miðbankin hevur í dag gjørt av at lækka rentuna við 0,25 prosentstigum til 3,5. Tað upplýsir Miðbankin í tíðindaskrivi.

 

Seinasta rentulækkingin kom í juni fyrr í ár, tá ECB eisini lækkaði rentuna við 0,25 prosentstigum eftir at hava hækkað rentuna tíggju ferðir síðani september 2019. Hetta varð gjørt fyri at basa vaksandi inflatiónini. Væntandi fer Danski Tjóðbankin at fylgja við og lækka rentuna niður á sama støði.

 

Rentulækkingin kemur av, at inflatiónin yvirhøvur er minkað í ES-londunum seinastu tíðina, eftir at hon var upp á umleið 10 prosent í evruøkinum í oktober 2022.

 

Rentugongdin hevur serligan týdning fyri húsaeigarar og onnur við lutfalsliga stórari skuld. Rentan, sum nógv skulu rinda fyri síni lán, er í stóran mun avgjørd av avgerðunum hjá ECB. Tá ECB hækkar ella lækkar sína leiðandi rentu, er siðvenja hjá Tjóðbankanum at fylgja við. Og tað er rentan hjá Tjóðbankanum, sum ger av, hvussu nógv tú rindar í rentu av tínum láni.