Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur ein 10 ára sáttmála við Atlantsflog um tyrluflúgving, sum er galdandi til árslok næsta ár.
Samlaði kostnaðurin fyri flúgvingina er 44,4 mió. kr. árliga. Parturin innan fiskivinnumál er 30,1 mió. kr.
Í sambandi við fíggjarlógararbeiðið hevur fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurt Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, um tey eru farin undir nýggjar samráðingar við Atlantsflog.
– Samráðingar eru ikki byrjaðar enn, men ætlanin er at fara undir at endurskoða sáttmálan í næstum. Sáttmálin kann í fyrsta lagi uppsigast til 31. desember í 2025 við freist á 9 mánaðir. Um ikki, so heldur sáttmálin óbroyttur fram eitt ár í senn, sigur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.