Ein bygningur í fýra hæddum verður bygdur sunnan fyri Hotel Hafnia, sum skal hýsa matstovu- og fundarhølum. Uppi á takinum verður ein stór terassa

Hafnia byggir nýggjan bygning í fýra hæddum

Um eitt gott ár stendur nýggjur bygningur klárur á Áarvegi í 12 í Havn til virksemi hjá Hotel Hafnia

Ein bygningur í fýra hæddum verður bygdur sunnan fyri Hotel Hafnia, sum skal hýsa matstovu- og fundarhølum. Uppi á takinum verður ein stór terassa

Í løtuni síggjast avsperringar settar upp á Áarvegnum í Havn framman fyri bygningin á Áarvegi 12, har sum Marstein handlaði við útvarps- og sjónvarpstólum fyrr. Hotel Hafnia hevur átt bygningin seinastu árini, tó at hann hevur verið útleigaður til annað virksemi.

Tummas Justinussen, nevndarformaður í Hotel Hafnia sigur, at tey hava í fleiri ár havt ætlanir um at taka bygningin niður og byggja nýggjan bygning á staðnum. Tað er hetta arbeiði, sum nú fer í gongd.

Talan verður um nýggjan bygning í fýra hæddum, sum skal nýtast til annað hotelvirksemi enn kømur. Har verða høli til matstovuvirksemi og fundarvirksemi, sigur Tummas Justinussen.

 

Uppi á takinum verður ein stór takterassa, sigur hann.

Tað er byggifelagið Eysturlon, sum byggir, og arbeiðið skal vera liðugt til 1. mars í 2026.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

 

Ein bygningur í fýra hæddum verður bygdur sunnan fyri Hotel Hafnia, sum skal hýsa matstovu- og fundarhølum. Uppi á takinum verður ein stór terassa

Radiohandilin hjá Marstein húsaðist í mong ár í hesum hølunum á Áarvegi 12 í Havn. Í 2016 keypti Hotel Hafna bygningin, sum nú verður tikin niður

Uppi á takinum verður ein stór takterassa

Í 1940 læt Kims í Stórustovu upp kioskina Centrum í húsunum, sum nú verða tikin niður. Kiosk Centrum helt til í húsunum til 1967, tá hon flutti í Vágsbotn, har sum Harraklipp er. Og í 1969 flutti kioskin niðan í bygningin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvegnum