Fara at halda arbeiðaradagin á Reyða Torginum

Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, Jacob Eli Olsen og Elisa Vang

Altjóða arbeiðaradagurin, 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna hósdagin klokkan 16.

 

- Hetta er ellivta ferðin, at vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta koronu-árið fór burturímillum.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag.

 

Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, forkvinna Havnar Arbeiðskvinnufelags, Jacob Eli Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur og stand-up skemtari.

 

Vestmanna Hornorkestur fer at spæla Internationala, tjóðsangin og einar tveir sangir aftrat.

 

- Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum yvirav torginum.

 

Tað eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum skipa fyri, og øll eru hjartaliga vælkomin.