Vegurin millum Skálabotn og Oyrarbakka er dálkaður av olju. Løgreglan heitir á bilførarar um at vísa størsta varsemi, tí vegurin kann vera hálur.
– Landsverk hevur fingið boðini og tey eru á veg at reinsa vegin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.