Gunnar og liðfelagarnir leiktu javnt á útivølli

Víkingur Reykjavík er næstfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, og hann fekk eitt gult kort á vegnum, tá hann og liðfelagarnir spældu dyst á útivølli móti Vali í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Helgi Guðjónsson legði Víking á odda 1-0 við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur var 19 minuttir gamal, tá Valur javnaði til 1-1.

 

Komandi mánakvøld klokkan 20.15 tekur Víkingur mót Fram á Víkingsvøllinum í Reykjavík. 

 

Hóast tap fyri Vestri í undanfarna umfarinum, og tvey mist stig í kvøld er Víkingur Reykjavík næstfremst í deildini.

 

Støðan: 

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunur+/-Stig
1Breiðablik43017:529
2Víkingur Reykjavík42117:257
3Vestri42114:227
4ÍBV42116:517
5KR413012:756
6Fram42028:626
7Valur41308:626
8Stjarnan42027:706
9Afturelding41121:5-44
10KA41126:11-54
11ÍA41032:9-73
12FH40135:8-31