Føroyskur filmskapari boðin til India

Við luttøku á WAVES verður føroyskur filmur sjónligur á einum av heimsins fremstu pallum innan miðla- og undirhaldsídnaðin.

Tann 29. apríl fer føroyski filmskaparin Gudmund Helmsdal til Mumbai at luttaka á fyrstu World Audio Visual & Entertainment Summit (WAVES), ein ráðstevna, ið verður hildin frá 1. til 4. mai 2025 í glæsiliga Jio World Convention Centre, í Mumbai. Tað er indiska stjórnin, sum skipar fyri hesum nýggja altjóða tiltaki fyri at styrkja samstørv og sambond innan altjóða miðla- og undirhaldsídnaðin.

Gudmund er boðin av indisku stjórnini, orsakað av sera góðu altjóða móttøkuni av stuttfilminum Trøllabeiggi, sum eisini hevur vunnið fleiri virðislønir á indiskum filmfestivalum. Ferðin er ein stak gott høvi at umboða føroyskan film og at knýta sambond við ein av heimsins størstu og mest spennandi filmsmarknaðum.

"India hevur ein stóran mentanararv og eina ríka filmsøgu, og er helst heimsins størsti filmmarknaður," sigur Gudmund. "At verða boðin at luttaka á WAVES er ikki bara ein heiður, men eisini eitt stig á leiðini at varpa ljós á og fáa føroyskar søgur út til eina altjóða hyggjaraskara."

Gudmund vísir eisini á, hvussu slík sambond kunnu fáa breiðari ávirkan á Føroyar. Til dømis, tá Bollywood-stjørnan Shah Rukh Khan, spældi inn nakrar senur til filmin Dilwale í Íslandi, vaks talið av ferðafólki úr India, Miðeystri og Suðureysturasia til Íslands munandi. Kahn er kanska ikki so kendur á okkara leiðum, men hann er helst heimsins kendasti filmssjónleikari tá talan er um fólkatal sum veit um hann.

"Ímyndið tykkum, um ein stórur indiskur filmur gjørdi upptøkur í Føroyum við einum leikara sum honum - tað kundi havt eina ovurstóra ávirkan á ferðavinnuna og okkara altjóða profil," leggur Gudmund afturat.

 

##med2##

Ráðgevandi nevnd í WAVES eru júst nøkur av størstu nøvnunum innan film, tónleik og tøkni – m.a. Shah Rukh Khan, Aamir Khan, Amitabh Bachchan, A.R. Rahman og Satya Nadella, forstjóri í Microsoft – so hetta ber boð um eitt tiltak við dygd.

Indiski forsætisráðharrin Narendra Modi setur stevnuna. Skráin fevnir m.a. um networking, framløgur, kjakpanel, serligar framsýningar og verkstovur, við serligum denti á samstarv, nýskapan og mentanarbýti. 

 

Myndin er frá í dag tá ið Gudmund skuldi hitta H.E. Manish Prabhat, Indiski sendiharrin í Danmark, skrivar Filmshúsið.

 

##med3##