Úr Klaksvík: Suðuroyartunnilin tvingandi neyðugur fyri allar Føroyar

Jógvan við Keldu í Klaksvík er ivaleysur, tá hann viðmerkir málið um tunnil til Suðuroyar: Tunnilin er tvingandi neyðugur fyri allar Føroyar! Tá vit í seinastuni hava sæð øll hesi mótmælini, er hetta fyri tað mesta av sama slagi geografiska "fylkingin", "greinarnar av sama buli" sum mótmæltu "ørðskapin" at fáa Vága- og Norðoyatunniin framdar.

Jógvan við Keldu var á sinni millum teirra, ið stóð fremst í stríðnum at fáa Norðoyatunnilin.

Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og løgtings. og landsstýrismaður, var ein teirra, ið stríddist fyri at fáa Norðoyatunnilin.

 

Í dag skrivar hann viðmerking á sínum vanga á facebook.

 

Í hesi viðmerking er hann ivaleysur; Suðuroyartunnil er tvingandi neyðugur fyri allar Føroyar.

 

-Havi hug at koma við nøkrum fáum "ófílaðum" viðmerkingum, nú "Suðuroyðartunnilin" stendur fyri, um hann fellur ella, tey, sum síggja "meiri klárt inn í framtíðina" og ynskja, at hann gerst veruleiki, sum bæði vinnuliga og mentanarliga verður til dygt gagns fyri allar Føroyar!

 

-Tá vit í seinastuni hava sæð øll hesi mótmælini, er hetta fyri tað mesta av sama slagi geografiska "fylkingin", "greinarnar av sama buli" sum mótmæltu "ørðskapin" at fáa Vága- og Norðoyatunniin framdar. - Tað vóru nøkur sum vitstu, at hesir báðir tunlar komu at verða til stórt gagns fyri alt Føroyaland langt út í framtíðina og gjørdist onki minni enn ein sólskinssøga - ella ein "peningamaskina". - Hinvegin vóru tað enntá føroyskir politikarar, sum lótu seg brúka av danskari pressu fyri at skriva niðrandi um hesi "ørðvitisfólk", sum ynsktu framburð. Partur av føroysku pressuni helt seg heldur ikki aftur. - Tíbetur, ídag hava vit fleiri undirsjóvartunlar!, skrivar Jógvan við Keldu.

 

-Skal Suðuroynni verða lívið lagað - har býr umleið 10% av Føroyafólki - og er soleiðis við til at Føroyaland vinnuliga og við hollum grundarlagi fyri dyggari búðskapi, er fasta sambandið neyðugt!

 

-Verður Suðuroyartunnilin skotin út, verður tað langt út í framtíðina og endar við at fólkvøksturin fer niður við miklari ferð, skrivar Jógvan við Keldu.

 

-Suðuroyggin er ídag illa fyri - stak illa av nýtímans landi at vera - hóast vit bygdu "Smyril", sum longu er stívliga 20 ára gamal, men sum suðuroyingar hava verið glaðir fyri, sum ein nýmótans ferja, er í dag við at fara inn í helmingin av tíðini av tílkum sambandi at vera. Hann gerst meira og meira ónýtin. - Kostnaðurin at byggja nýtt skip er ógvuliga høgur, onkur tøl hava verið frammi. Verður tað gjørt, situr tú í "sama báti" uttan framburð!

 

-Talan er her um prioriteringar og ikki talan um vit klára at fíggja verkætlanina og tað er politiski myndugleikin, sum eigur prioriteringina!, skrivar Jógvan við Keldu m.a. í síni viðmerking á facebook.

 

-Hóast Suðuroyartunnilin helst kostar eini 5-6 ferðir meiri enn Vága- og Norðoyatunnilin tilsamans - er hann tvingandi neyðugur fyri allar Føroyar!

 

-Bara ein stutt ófílað heilsan frá einum klaksvíkingi, sum varð føddur, vaks upp og gjørdist gamal í einum parti av landinum, sum fekk týdning vinnuliga og á annan hátt og ikki minni týdning eftir at Norðoyatunnilin kom!, skrivar Jógvan við Keldu í Klaksvík millum annað í viðmerking síni.

 

Jógvan við Keldu var á sinni millum teirra, ið stóð fremst í stríðnum at fáa Norðoyatunnilin.