FIF mátti lúta fyri Sønderjyske úr bestu deildini

Vánaligur fyrri hálvleikur gjørdist dýrur fyri FIF

Liðið hjá Janusi Dam Djurhuus, Leivi Mortensen, Jónasi G. Djurhuus og Boga Hansen, FIF sum spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini tók í kvøld móti Sønderjyske úr bestu deildini í dysti í donsku steypakappingini.

 

Í fyrra hálvleiki gekk illa í hond hjá FIF, og í steðginum var Sønderjyske á odda 15-8. Tað gekk munandi betri hjá føroyingaliðnum í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist FIF at vinna seinna hálvleik 12-10, men Sønderjyske er víðari í steypakappingini við einum 25-20 sigri.

 

Jónas skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál. Janus skoraði eitt mál, meðan Leivur og Bogi ikki megnaðu at skjóta mál í kvøld.

 

Leygardagin 7. september spælir FIF fyrsta dystin í næstbestu deildini hetta kappingarárið. Dysturin verður á útivølli móti Skive.